Vit í 1., 2.og 3. flokki gingu av Signabø út á Langasand (Við Atlanticpane, Tey sum steðgaðu har fingu bomm frá teimum) við helvtini av næmingunum. 

Vit høvdu nøkur 10 m long tog við okkum at máta við. Málið við túrinum var at máta hvussu langt vit gingu - ella rættari at finna útav hvussu langt tað er úr einum enda av bygdini í hin. 

Hin helvtin gekk Norðan úr Sundum heim í skúlan, Við Sjógv.

Fyrri bólkur gekk 225 x 10m og seinni bólkur gekk 255 x 10m ein fittur teinur tilsaman. Tit kunnu sjálvi rokna út, hvussu langt vit hava gingið í dag.

Strekkið millum skúlan og Langasand (Við Atlanticpane) verður gingið seinni í vikuni.

Tá vit komu aftur í skúlan, fingu vit heitt kakao - tað var gott at fáa aftaná gongutúrin.

Ein góður dagur, vit lærdu nakað um frástøðu, metrar og kilometrar.