1. flokkur leggur fram

 Í fyrsta flokki vitjaðu vit bókasavnið í síðstu viku. Allir næmingarnir læntu eina bók, sum tey so hava lisið saman við foreldrunum. Í dag løgdu tríggir næmingar sína bók fram: 

Fríði hevið lisið "Grøni fílur". Hann greiddi frá, hvat søgan handlaði um, eingin vildi spæla við fílin, tí hann var grønur.. Hansara yndissíða í bókini var har, sum grasið brendi - hann helt, at myndin var cool.

Noomi hevði lisið eina bók um dýr. Hon greiddi frá, at man kundi føla um dýrini vóru bleyt ella mjúk. Okkurt dýr var hart ella roðslut at føla. Henni dámdi bókina væl.

Ove hevði lisið bókina" Eg vil hava alt". Hon var um eina kráku, ið vildi hava alt og tók tað sum vinirnir áttu uttan at spyrja fyrst. Honum dámdi væl søguna og helt, at tað var gott at krákan til síðst gav vinunum alt aftur, ið hon hevði tikið.

Øll teknaðu eina mynd, ið hóskaði til bókina tey høvdu lænt, og myndirnar vórðu goymdar í eini mappu.

So varð farið oman í bókasavnið at lata bøkurnar inn aftur og læna nýggjar at lesa og arbeiða við í næstu viku.

Næmingarnir vóru sera raskir at fortelja og ikki minst at lurta eftir teimum, ið fortaldu.