1. flokkur hevur arbeitt við spæliskriving. Spæliskriving verður eisini kallað uppdagandi skriving og gongur út uppá, at næmingarnir tekna eina felags hending ella uppliving og skriva til tekningarnar. Í fyrstu atløgu skriva næmingarnir teir bókstavir/tey ljóð, sum teir hoyra og gera annars krutlur. Næmingarnir vita, at hetta er barnaskriving og at vaksna skrivingin sær øðrvísi út. teir vita eisini, at henda skrivingin so við og við verður til skriving við bókstavum.

Ætlanin er at skriva soleiðis nakrar ferðir hetta skúlaárið og alla tíðina arbeiða við at menna skrivingina. Henda dagin teknaðu og skrivaðu næmingarnir í 1. flokki um eitt spæl saman við spæliliðnum.