100 dagar síðani 1. flokkur kom í skúla

Fyrsti flokkur var í ítróttarhøllini mikudagin í samband við, at tað eru 100 dagar hesa vikuna, síðan tey komu í skúla! Birgit hevði lagt øll tølini frá 1 til 100 út um gólvið í høllini, og so skuldu tey finna eitt tal í senn, so hvørt sum Birgit las tey upp frá 100 og niðureftir. Stuttligt at síggja, hvussu spent tey vóru, og hvussu væl tey dugdu.