Talvkapping í Eysturskúlanum - 4. flokkur

Í morgun (24-11-17)  vóru dreingirnir í 4. flokki við í stórari talvkapping í Eysturskúlanum. Helgi Dam Ziska skipaði fyri og uml 90 luttakarar vóru við. 

Fimm talv vóru telvaði og fingu kollfirðingarnir sum lið flest stig. Teir gjørdust tó ikki vinnarar av kappingini, tí hinir flokkarnir høvdu teknað tvey lið til og blivu stigini fyri flokkin tald saman. 

Teir kendu seg tó sum vinnarar, hóast ein annar flokkur fór av stað við vinninginum.