Í vár settu vit epli niður, tá ið vit høvdu náttúru og tøkni, og nú var tíðin komin at taka tey upp. Í fjør settu vit eisini epli niður, men tá var ikki so nógv undir. Í ár var betri. Nógv var undir, og eplini vóru stór og góð. Vit fingu epli heim við, og vit fara eisini at goyma nøkur til seinni, tí eftir jól fara vit at hava hugnakvøld, har vit eta ræst kjøt og annað av seyðinum, sum vit flettu.