6. flokkur á flot við Westward Ho

Týsdagin 13. september var 6. fl. saman við lærarum og avvarðandi  á floti við Westward Ho. Hetta er ein liður í eini fiskikapping fyri allar 6. flokkarnar í kommununi, sum kommunan skipar fyri.

Hendan dagin var av besta streymi, men rættiliga nógvur vindur. Tey, ið høvdu verið fyrrapartin, høvdu ikki fingið meira enn tríggjar fiskar, so tað sá einki serligt út.

Leiðin gekk niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð, og vit kastaðu uppi við Hvítanes. Einki bar til vegna vind serliga, so vit fluttu undir Kúrberg. Har riggaði heldur ikki. Vit fluttu nakrar ferðir afturat, til vit at enda kastaðu eystanfyri Nólsoy. 

Vit vóru aftur á Havnini um fimmtíðina. Hóast veiðan ikki var tann stóra, bert 5 fiskar, so høvdu vit havt ein góðan túr. Vit fingu roynt “sjólívið” eitt sindur, og sjálvt um veðrið ikki var tað besta, og tað rullaði, bilti ikki við sjóverkinum hjá nøkrum.