6. flokkur á seturskúla í Vági

6. flokkur hevur verið á seturskúla í Vági. Vit búðu í húsunum hjá Matmøðrafelagnum. Har er gott at búgva. Vit vitjaðu 6. flokk í Vágs skúla. Vit sparkaðu saman við teimum í skúlagarðinum og spældu í fimleikarhøllini. Tey vóru blíð og bjóðaðu okkum eisini køku og djús at drekka. Vit vóru eisini inni í viðarlundini og spældu. Vit vóru inni í Vágs kirkju, og vit vóru eisini vesturi á Eiðinum. Á Eiðinum royndu vit, um vit kláraðu at fara inn í eina smogu millum tveir stórar klettar og koma út aftur ein annan veg. 

Tann eina dagin vóru vit busstúr í Fámjin, har vit vóru inni í kirkjuni og sóu fyrsta føroyska flaggið, sum veittraði fyri fyrstu ferð í Fámjin í 1919. Vit vóru eisini í Sumba, har Aksel Poulsen vísti okkum og greiddi frá um allar fuglarnar, sum hann hevur samlað.  

Tað eina kvøldið hjálptu nakrir av dreingjunum einum manni við at fanga seyð. Nakrar ær og nøkur lomb skuldu flytast av eini trøð og koyrast í hagan.

Hetta hevur verið ein góður túrur. Suðuroyggin er ein vøkur oyggj, og tað er stuttligt at sigla við Smyrli, sum er eitt sera gott skip.