6. flokkur á vitjar á Brennistøðini og Endurnýtsluni

Týsdagin var 6. flokkur og vitjaði Brennistøðina og Endurnýtsluna á Sandvíkarhjalla. Hetta var í samband við lærugreinina náttúra og tøkni. Nú umhvørvisvika er í Tórshavnar kommunu hava vit havt um evnið burturkast og endurnýtsla.

Jóannes Guttesen, umhvørvisleiðari á Brennistøðini, tók ímóti okkum og vísti okkum runt á støðini. 

Vit sóu, hvussu ruskmóttøkan er skipað, hvussu ruskið verður skilt, og hvussu nógv av tí eisini verður endurnýtt. Tað, sum ikki verður endurnýtt, verður brent. Eisini sóu vit sjálvan brenniovnin. Hitin, sum kemur frá honum verður nýttur til at hita nógv hús í Hoyvík við.

Vit sóu, hvat varð gjørt við bilarnar, sum koma á brennistøðina at verða burturbeindir. Tað skaðiliga og dálkandi í bilinum verður tikið burtur, áðrenn bilurin verður trýstur saman til ein lítlan fýrakantaðan kassa. Í fjør tók Endurnýtslan móti umleið 1300 bilum. Tað halda vit vera nógv, tí tað búgva ikki so nógv fólk í Føroyum. 

Vit vóru eisini inni í rúminum, har vandamikið burturkast verður goymt og pakkað, fyri síðan at verða sent av landinum.

Vit vóru eisini inni í Tingbúðini, har tey selja lutir, ið fólk hava latið inn, so onnur kunnu fáa møguleikan at keypa lutirnar.

Til seinast fingu vit øll ein ryggsekk og eina mateskju sum gávu. Jóannes heitti á okkum um at brúka mateskjuna og ryggsekkin. Brúka mateskju - ikki staniol. Brúka ryggsekk - ikki plastikposa. Minka um burturkastið!

Vit ótu matpakkan inni í matstovuni hjá teimum, áðrenn vit takkaðu fyri eina góða og læruríka rundvísing á Brennistøðini og á  Endurnýtsluni.