6. flokkur til arbeiðis í viðarlundini

Hesar seinastu dagarnar hava fólk ruddað viðarlundina. Trø, sum vóru koppað í ódnarveðrinum og onnur trø og aðrar greinar, eru skorin burtur. Trøini vóru drigin úr liðarlundini og oman á grasvøllin hjá Óluvu og Grettir. Síðan kom ein maður úr Havn við eini stórari kvørn, sum mól greinarnar til spønir.  Í dag hevur 6. flokkur flutt spønirnar aftur í viðarlundina við trillubørum. Spønirnar vórðu koyrdar á gøturnar í viðarlundini og rundan um nøkur trø. Vit halda, at hetta er ein betri máti enn at tyrva greinarnar, sum hevur verið tað mest vanliga. Tey eru arbeiðssom í 6. flokki, so hetta tók teimum bert eina lítla løtu.