7. og 8. flokkur eru á seturskúla í Runavík. Vit búgva í skótahúsinum við Løkin. Tá ið vit høvdu fingið viðførið inn, har tað skuldi vera, og etið matpakkan, fóru nøkur at spæla kort, nøkur á vøllin, meðan fleiri fóru ein túr í býin at kanna, um onkur handil mundi vera. Sólin skein, so tað bar eisini til at sita uttanfyri og sóla sær. Seinnapartin kundu øll gera tað, tey høvdu hug til, men kl. 18 høvdu vit avtalað við venjarar hjá Støkk, at teir skuldu hava fimleik við okkum í tveir tímar í nýggju høllini "Bylgjan". Hetta var nakað flest øll gleddu seg til.