7. og 8. flokkur skreiða

 Í góða kavaveðrinum í dag skreiddu næmingar í 7. og 8. flokki í ítróttatímunum. Økið oman fyri ítróttahøllini er stak gott at skreiða á. Í dag var  frost undir og eitt sindur leysur kavi omaná, so tað gekk við fúkandi ferð. Øll skreiddu teinin nakrar ferðir, men fleiri ynsktu sær lyft, tá tey høvdu gingið teinin niðan nakrar ferðir.