20 næmingar og tríggir lærarar fóru longra gongutúrin, niðan á Árnadalstind. Túrurin var eitt sindur stævin, tí tað var nógvur vindur uppiá, men tað var eingin trupulleiki hjá nøkrum at ganga niðan. Tað var tó ein avbjóðing fyri onkran at fara upp á sjálvan tindin. Vit ótu matpakkan beint niðan fyri tindin, áðrenn vit fóru leiðina oman aftur í skúlan.