Mánadagin 3. apríl høvdu ein praktfullan dag í Norðurlandahúsinum.

Barnafestivalur er hesa vikuna, og nógv er gjørt burturúr. Nærum alt Norðurlandahúsið var gjørt til eitt stórt spælipláss. 

Beint sum vit komu inn vóru húsini og túnið hjá skrímslunum báðum Stóra Skrímsl og lítla skríms, skrímslini vóru tíverri ikki heima. 

Næmingarnir lógu í skrímslasong, bundu skrímslaturriklæði, lósu skrímslabøkur og spældu skrímslatalv. í túninum var fiskibrunnur og trø at klatra í, men ikki bara tað - har var eisini ein skrímslahola, við vemmiligum djórum og sjálvlýsandi eiturkoppaspinni. Alt hetta var sera stuttligt og vit høvdu góða tíð.

Endiliga sluppu vit inn í konserthøllina - ein kona vísti okkum upp á pláss. Spennandi var at bíða eftir Føroya Symfoniorkestur. Tað er ótrúligt, at vit kunnu eiga eitt so gott orkestur í Føroyum. Heilt fantastiskt.

So byrjaði søgan um skrímslið, lítlasystria, ein fitt og góð søga um ein drong, sum fær eina lítlasystur, eitt skrímsl sum bara grenjar og ger fortreð. Eivør Pálsdóttir sang fyri okkum, og tað gjørdi hon væl, saman við henni var eitt gott gentukór.

Vit gleða okkum longu til næsta barnafestival :)

Og eg skal heilsa frá fleiri av næmingunum: Tey vilja fegin ein túr afturat í Norðurlandahúsið - soooo foreldur, ommur og abbar, nú er bara at fara ein túr til Havnar og leggja leiðina framvið Norðurlandahúsinum, og gloymi ikki at hava eitt barn ella tvey við - kanska síggja tit annað av skrímslunum?