Hósdagin 28. mai vóru 3. og 4. flokkur í Norðurlandahúsinum og sungu. Har vóru næstan 400 børn úr øllum Føroyum komin við sínum lærarum til hetta sangtiltakið, sum Føroya sanglærarafelag skipaði fyri.

Skráin byrjaði kl. 9.15 við felags upphiting og venjing. Vit vandu saman og hvør sær fram til konsertina, sum skuldi vera kl. 15.

Allir skúlarnir høvdu vant ein ella tveir sangir heimanífrá, sum bara teir skuldu syngja, men so vóru tríggir sangir, sum øll eisini høvdu vant áðrenn og nú skuldu syngja saman í tí stóra kórinum. Tað var ótrúliga stuttligt at vera við til!

Fyrireikararnir við Ásbjørn Berthelsen á odda dugdu sera væl at fáa lagið gott og sanggleðina fram í øllum. Gamaní vóru øll móð, sum dagurin leið, men tað sást ikki til konsertina, tá øll kórini sungu hvør sær og saman fyri fullsettum sali av foreldrum, systkjum, ommum og abbum.

Ein fantastiskur dagur!