Hósdagin, 11. februar, hevði dansibólkurin 'Frie fraspark'  dansiverksmiðju á skúlanum. Tiltakið var fyri 6. - 9. flokk. Verksmiðjan byrjaði við, at næmingar í 6. og 7. flokki og síðani næmingar úr 8. og 9. flokki lærdu eina dansiseriu, sum partvíst var sovorðið, sum undirvísararnir lærdu teir og partvíst sovorðið, sum næmingarnir sjálvir funnu uppá. Teir settu so alt saman til seriur, sum vórðu framførdar fyri øllum skúlanum. Umframt hetta høvdu teir báðir norsku dansararnir eisini eina framførslu.