Eplaveltan hjá miðdeildini

Í dag hevur miðdeildin sett epli niður. Vit hava nú í fleiri ár sett epli niður á ymiskum stykkjum í bygdini. Í ár hava vit sett umleið 600 epli niður. Vit hava gjørt okkum ómak, og so vóna vit, at eplini fara at vaksa seg stór til í heyst.