Í yngstu deild í dag, hava vit arbeitt við okkara húsum. Húsini eru teknað, klippt ella límað á annað pappír. Hetta var ikki bara, bara. Nógvir vinklar og litir at hugsa um; men spennandi verður, tá alt verður liðugt. 


Vit hava eisini havt forkunnuga vitjan av Ebbu Hansen og Karstin Joensen. Tey komu at fortelja okkum um teirra skúlagongd, hann gekk her við Sjógv og hon á Oyrareingjum.
Kartin er abbi Jónas í 3. flokki og Jónhild í 1. flokki.

Ymiskar vóru søgurnar: Her við Sjógv vóru lærararnir strangir, søgur vóru um skápið og skammikrókin og eftirsitingar, meðan skápið á Oyrareingjum var ov lítið til nakran næming at sita inni í. Hóast hetta vóru eisini stuttligar søgur og góðir dagar í skúlanum, kanska serliga á Oyrareingjum. Lærarinnurnar vóru ikki eins strangar og lærararnir.

Mest áhugaverd var søgan um wc. Har var mangan kalt um veturin og wc fyltist um tað frysti, so mátti húsavørðurin tøma við spann og spaka og rumpurnar vóru mangan kaldar.


Tey vistu at siga um nógvar túrar í haganum, her við Sjógv skuldu lesibøkurnar við í hagan - ongantíð slapp man undan. 

Børnini høvdu nógvar spurningar og tey bæði svaraðu.


Tá í tíðini var eingin bussur, øll børnini gingu í skúla, kanska onkur slapp við hestavogni ella kom á súkklu.

Um veturin var myrkt og kalt - ongar gøtulyktir vóru - tá regn og kavi var, so vórðu klæðini vát, børnini vóru sum drigin úr sjónum. Inni í skúlanum var bert ein kolovnur, so tá var gott at sita á fremstabonki. 


Tey fóru í skúla tann dagin, tey fyltu 7 og fóru úr skúlanum, tá tey fyltu 14. 

Ebba var kedd tann dagin hon gavst í skúlanum, nú byrjaði tað veruliga lívið við øllum teimum avbjóðingunum, ið fóru at koma. 


Vit í yngstu deild takka fyri vitjanina og gleða okkum til næstu ferð onkur kemur á gátt at fortelja okkum eitthvørt.