Enn ein góður og læruríkur dagur.

Gamli Skúli:

Yngsta deild hevur í dag vitjað Gamla Skúla. Trygvi Samuelsen var har og greiddi frá tí hann mintist frá síni skúlatíð - hann hevði ongantíð sitið inni í skápinum.

Skápið var brúkt til bøkur, og sum vit hoyrdu í gjár, kundi tað henda at onkur óskikkiligur næmingur varð koyrdur inn í skápið - og lykilin varð snaraðum um! Á myndunum síggja tit hvussu "strangi" lærarin koyrir onkrar "óskikkiligar" næmingar inn í skápið. Mundi lykilin verða snaraðum um?

Kolovnur var eingin, men vit fingu at vita hvar, hann plagdi at standa.

Úti í skúlagarðinum kannaðu vit wc - ikki sluppu vit inn og kanska var tað gott?

Á myndini uttanfyri gomlu inngongdina er mynd av øllum næmingunum í yngstu deild - eitt fitt og stuttlig mynd.

Pershús:

Í sjáldsama vakra og váta veðrinum í dag gingu vit út á Todnnes at vitja Pershús - sum Kári segði frá, so eru tey tey elstu húsini í Kollafirði. Vit vita, hví húsini verða nevnd Pershús -veitst tú?