Útfrá mátingunum vit gjørdu týsdagin við bondum á 10 metrar, so hava vit arbeitt víðari á einum korti av Kollafirði við lutfallinum 1:5000. 

Næmingar settu sentiterningar á kortið eftir vegnum ígjøgnum alla bygdina.
Ein sentiterningur á kortinum svarar til 5 av bondunum á 10 metrar = 50 metrar. -Tey bondini, sum vit brúktu at máta bygdina við.

Tá næmingarnir vóru lidnir at leggja sentiterningar eftir vegnum runt alla bygdina á kortinum, skipaðu næmingarnir sentiterningarnar í tíggjarar.
Ein tíggjari svarar til 10 ferðir 50 metrar= 500 metrar. 

Síðani skipaðu næmingarnir sentiterningarnar í stavir við 20 í hvørjum, sum svarar til 1000 metrar= 1km. Stavirnir á 20 sentiterningar blivu 8 í tali. So Kollafjarðar bygd er eftir vegnum áleið 8 ferðir 1 km = 8 km long