Miðdeildin hevur arbeitt við evnunum Skúlagongd í Kollafirði og við KÍF.

Næmingarnir hava spurt fólk í bygdini um teirra skúlagongd. Ein dagin høvdu vit vitjan av Karstin við Tróndará, sum hevur gingið í skúla við Sjógv og Ebbu Hansen, sum hevur gingið í skúla á Oyrareingjum. Tað var spennandi at lurta eftir teimum, tí tey dugdu so væl at greiða frá.

Ein dagin vóru vit í skúlanum við Sjógv, har Trygvi Samuelsen fortaldi okkum ymiskt um skúlan.

Í dag hevur Hannus Johannesen, húsavørður, fortalt okkum um hansara luttøku í KÍF. Nógv er broytt, síðn Hannus spældi hondbólt á Hólmanum.

Í dag hava vit spælt Bro, bro brille. Hetta var eitt spæl, sum bleiv nógv spælt í fríkorterum í skúlanum fyrr í tíðini.