Í dag hevur fastalávintshald verið í skúlanum. Vit byrjaðu við at kvøða. Nøkur fólk úr Eysturoyar Dansfelag og Norðstreymoyar Dansifelag vóru á vitjan og kvóðu saman við okkum. Aftaná var tunnusláing í høllini. Nógvir næmingar og nakrir lærarar vóru grýluklødd. Tað gekk á leið ein tími af fáa allar 6 tunnurnar niður. Hesi vóru kattarkongar:

  • Fríði í 1. flokki
  • Jógvan í 2. flokki
  • Tóri í 4. flokki
  • Julia í 5. flokki
  • Rógvi í 7. flokki
  • Zoe í 8. flokki


Aftan á tunnusláingina var togtagan. Dagurin endaði við, at øll fingu fastalávintsbollar og sunkist. Lærarar atkvøddu um bestu grýluna í hvørji deild. Tað var torført at velja, tí nógvar grýlur vóru at velja ímillum. Tó vóru tríggir vinnarar. Teir vóru:

  • Ove í 1. flokki
  • Milja í 5. flokki
  • Herit í 8. flokki