Hósdagin 21. sept. vóru 4. og 6. flokkur saman við Asbjørg og Erlu og vitjaðu á Tvøroyri. 
 
4. flokkur var í skúlanum í Trongisvági og vitjaði Jógvan og Heidi og floksfelagar teirra. 
6. flokkur var í skúlanum úti á Tvøroyri og vitjaði Martu og hennara floksfelagar. Tey hugnaðu sær óført saman og vitjaðu eisini Pakkhúsið 4.
 
Vit vóru boðin heim til Jógvan og Martu og 4. flokkur vitjaði eisini heima hjá Heidi. 
 
Tað var bæði stuttligt og spennandi at spæla í fjøruni, vit fangaðu ikki færri enn 74 krabbar. 
 
Veðrið var av tí allarfagrasta, og túrurin var sera góður. 
 
Nú gleða vit okkum til at fáa vitjan av 4. og 6. flokki av Tvøroyri.