Í handaverk og list í 2. flokki hava vit ta síðstu tíðina bundið. Hetta hevur verið sera stuttligt. Næmingarnir hava klipt lombini út í karton og síðani bundið ullina uttaná tey.

Enn eru bert fá lomb komin. Vit vænta fleiri lomb í næstum.

Tað verður hugnaligt í heimunum, tá lombini koma til hús fyri páskir :)

Hetta hevur verið sera stuttligt og hugnaligt at arbeiða við. Grundarlagið undir einum stórum bindiklubba við bæði gentum og dreingjum er lagt. Og sigast skal, at dreingirnir duga minst líka væl og genturnar at binda!