Í yngstu deild høvdu vit gallaveitslu síðsta hósdag.

Foreldrini høvdu bakað og smurt breyð, so matarborðið sá út av tí allar besta.

Næmingarnir vóru næstan ikki til at kenna aftur – tey vóru øll so fín, bæði gentur og dreingir.

Nógv ymiskt var á skránni. Sjálvandi eitt gott og langt borðhald við sangum og onkrum undirhaldi. Hæddarpunktið hetta veitslukvøld var vitjanin av tveimum gyklarum. Martin og Andrias í 7. flokki undirhildu okkum við 1. floks gykli. Teir dugdu heilt einastandandi væl. Bæði lærarar og børn vóru heilt hugtikin av teimum.

Vit náddu ikki alt, vit ætlaðu. Kvøldið endaði við eini lissukapping – øll, ið høvdu hug vóru við.

Hetta gera vit heilt sikkurt aftur.

Heilsan

Lærarar í yngstu deild.