Í dag hevur allur skúlin verið túr í haganum.Vit fóru avstað kl 8.30 og gingu niðan á skarðið. Har býttu vit okkum í tveir bólkar. Tey allarflestu gingu eftir Urðarhjalla og so omanaftur, meðan 20 næmingar og tríggir lærarar fóru upp á Árnadalstind. Túrurin var góður, og veðrið av tí allarfagrasta.