Handaverk og list

Her eru nakrar myndir frá undirvísingini í Handaverki og List í 2. flokki.

Myndirnar eru tiknar fríggjadagin 30. okt. Tað er altíð stuttligt at síggja hugagóð børn sita og arbeiða. Tað er líkavið at vit hoyra hvussu væl tey arbeiða og gera sítt besta.

Eg gleði meg í øllum førum til næstu ferð vit hava Handaverk og List. Leingi verður at bíða til fríggjadagin.

Eisini eru nakrar myndir frá matarsteðginum, Marin Elisabeth lesur søgu fyri teimum. Hon lesur beint nú um Lítla Virgar. Spennandi og stuttligt er tað at lurta.