Fríggjadagin 19. aug var hátíðarløta fyri Onnu Margrethu Jensen og Femju Hansen, sum eru farnar frá sum vaskikonur. 

Jón Højsted, skúlastjóri helt røðu fyri teimum og takkaði teimum fyri trúgva tænastu - Anna Margretha í 32 ár og Femja í 10 ár. 

Hann ynskti samstundis  teimum nýggju vaskikonunum Sanvør Hansen og Eydnu Johannesen vælkomnum í starv.