Í sambandi við Heystfagnaðin hava vit verið tveir túrar í vikuni. Fyrsta vitjanin var í Saksun í  Dúvugørðum og seinna vitjanin var á Listasavni Føroya.

Í Dúvugørðum:

Jóhan fortaldi okkum, hvussu fólkini á garðinum livdu fyri 300 árum síðani.  Vit sóu millum annað roykstovuna, har arbeiðsfólkið  búði, og ta fínu glasstovuna, har tey, ið áttu bóndagarðin búðu. Vit fóru síðani ein túr til Tjørnuvíkar at hyggja runt í bygdini.

Á Lisasavninum  loystu vit uppgávur, og sóu fleiri vakrar málningar hjá millum annað Sámali Joensen –Mikines, Tróndi Patursson og Ingálvi á Reyni. Eisini vóru vit inni í Bingjuni hjá Tróndi Paturssyni. Tað var nakað heilt serligt, vit skuldu úr skónum, og tá traðkað varð innum, var tað, sum hingu vit í leysari luft. Flestu næmingarnir fóru inn í hana fleiri ferði, og vildu fegin vitja aftur.

Eftir vitjanina fóru vit ein túr í Viðarlundina at eta matpakkan og savna okkum bløð, sum vit skulu brúka í skúlanum  seinni í vikuni.