Í ársætlanini í ítrótti hava vit lagt dent á, at næmingar í 9. flokki skulu fyrireika og skipa ein undirvísingartíma í hádeildini hetta skúlaárið. Vit hava býtt næmingarnar í 9. flokki í tríggjar bólkar. Hvør bólkur tekur sær av einum tíma. Í dag skipaði fyrsti bólkurin fyri - Sigrun, Bjarti, Karstin og Emma. Tey høvdu fyrst eina góða upphiting og býttu síðani høllina í trý við trimum ymiskum aktivitetum. Næmingarnir vórðu býttir í bólkar, sum skiftu millum aktivitetirnar. Alt riggaði væl, og aktivitetirnir vóru væl fyriskipaðir.