Fastalávintshald 2016

 Í dag hevur fastalávintshald verið í skúlanum. Vit byrjaðu við at kvøða. Nøkur fólk úr Eysturoyar Dansfelag og Norðstreymoyar Dansifelag vóru á vitjan og kvóðu saman við okkum. Aftaná var tunnusláing í høllini. Nógvir næmingar og nakrir lærarar vóru grýluklødd. Tað gekk á leið ein tími af fáa allar 6 tunnurnar niður. Hesi vóru kattarkongar:


Aftan á tunnusláingina var togtagan. Dagurin endaði við, at øll fingu fastalávintsbollar og sunkist. Lærarar atkvøddu um bestu grýluna í hvørji deild. Tað var torført at velja, tí nógvar grýlur vóru at velja ímillum. Tó vóru tríggir vinnarar. Teir vóru: