Kata – Listaleypurin

Í morgun kom kórið Kata á vitjan í 9. Flokki. Kórsangarir eru Unn Patursson, Arnfríð Lútzen, Eyð Berghamar, Greta Svabo Bech  Guðrið Hansdóttir.

Tær greiddu okkum frá um skjaldur og vøgguvísur og sungu fyri okkum. Síðani vandu vit røddirnar hjá okkum og lærdu okkum tvey skjaldur, ið vit framførdu fyri øllum skúlanum.

Tær fortaldu okkum, at vit dugdu sera væl at syngja við og lærdu sangirnir sera skjótt – ein væleydnaður kórdagur