Í dag hevur afturvendandi tiltakið "kjøtsmakking" verið í skúlanum. Hetta er eitt tiltak fyri starvsfólkinu. Hesa ferð vóru seks fólk við í kappingini: Erla, Jón, Marin Elisabeth, Hannus, Jákup og Trygvi. Spenningurin var stórur, og tað var torført at velja, tí alt smakkaði væl. Tá atkvøðugreiðslan var av stóð á jøvnum millum Jón og Marin Elisabeth. - Fyri kollfirðingarnar var hetta ein beiskur biti at svølgja, tí hvørgin vinnararnir var hiðani.