Í dag hevur árliga tiltakið "kjøtsmakking" verið á skránni. Jón og Marin Elisabeth, sum vunnu seinasta ár, vóru vertir hesaferð. Tað lá tó ikki so væl fyri hjá teimum báðum sum seinast, tí at vit høvdu nýggjan vinnara. Hannus var stóri vinnarin. Hann vann sera trygt framman fyri Jákup, sum gjørdist nummar tvey, og Erlu, sum gjørdist nummar 3. Ærin hjá Hannusi hevur gingið undir hamrinum á Signabø. Vit ynskja Hannusi til lukku við besta kjøtinum.