Í dag hevur komandi fyrsti flokkur verið og vitjað í skúlanum. Bæði børn og lærarar vóru sera spent til hesa vitjan.

Áðrenn vit fóru upp í floksstovuna at vitja fyrsta flokk, tóku vit myndir av teimum. At hesi børn eru fitt er einki at ivast í.

Vit gleða okkum í øllum førum øll til komandi ár.

Tá vit komu upp í floksstovuna hjá 1. flokki, høvdu tey gjørt klárt til okkara vitjan, stólar og borð vóru til okkum at seta okkum við. Tað var deiligt.

Fyrst, so las Fríðbjørg søguna um Bus-Álvur, tað er søgan um tá Álvur skal í skúla og alt broytist við honum. Tey dugdu sera væl at lurta og svara spurningum, meðan Fríðbjørg las.

Eftir hetta lósu trý av børnunum í fyrsta flokki eina heila krabbabók í part hart fyri okkum. Dey dugdu so væl at lesa. 


Aftaná hetta fóru vit øll út í skúlagarðin at spæla wc-kummupikk og hotdogpikk. Tað var stuttligt.

Beint áðrenn vitjanin var liðug, fóru vit aftur niðan í floksstovuna og har var frukt og vatn til okkara.

 

Vit takkaðu fyri gestablídni í 1. flokki og gleða okkum at síggjast aftur aftaná summarfrítíðina.