Í ár er tann broyting gjørd, at ferðaætlanin hjá bussinum fyrst og fremst verður gjørd av kommununi. Hetta inniber, at skúlin, tá ið tímaætlanin verður gjørd, má leggja tímatalvuna soleiðis, at hon hóskar til ferðaætlanina hjá bussinum og ikki øvugt.

 

Vit hava roynt at passa tímatalvuna til ferðaætlanina, og hevur tað stórtsæð eyðnast. Tó hevur hetta ikki riggað til tímatalvuna hjá 4. flokki hósdag. Tá fáa næmingarnir frí kl. 10.35, men sleppa ikki við bussinum fyrr enn kl. 11.10, tvs. at tey tá vera noydd at bíða uml. ein hálvan tíma til bussurin fer.

 

Her skal tó viðmerkjast, at fyri at fáa børnini við bussinum, ið búgva norðanfyri, er broyting framd í ferðaætlanini. Í skúlaárinum byrjar bussurin tann túrin hósdag í skúlanum kl. 11.10 (og ikki Norðuri í Sundum, sum tað stendur í ferðaætlanini). og koyrir so Norður í Sund og síðani suður aftur gjøgnum bygdina.

 

Hinar dagarnar átti tímatalvan at passa til ferðaætlanina.