Hósdagin var miðdeildin túr í haganum. Vit fóru við bussi niðan á Oyggjarvegin og fóru til gongu niðan á Skælingstjørn. Veðrið var gott, sólin skein og hon vermdi meira og meira, sum tímarnir gingu. Landslagið har er sera vakurt. Vit støðgaðu á og hoyrdu ymiskar søgur, sum høvdu samband við støðini. Vit gingu gjøgnum Skælingsskarð og so oman aftur á Oyggjarvegin. Síðan fóru vit gjøgnum hagan oman á Royndarstøðina. Nøkur fóru heim við Bussleiðini, og onnur fóru við bussinum, sum kom úr Kvívík við 7. floks næmingum, sum ganga til prest.