Mikudagin 26.05. fór øll miðdeildin søgutúr inn í Eysturkommunu.

Bussur kom eftir okkum kl. 8.15, og kl. 9.15 steðgaðu vit í gamla býlinginum í Norðragøtu, har ferðaleiðari tók ímóti okkum. Vit fóru fyrst øll inn í kirkjuna, har vit hoyrdu um kirkjuna og tíðina, tá hon var bygd. Síðan fóru vit runt í hini húsini: Blásastovu, Glyvra-Hanusarhús og eitt neyst. Vit sóu eisini standmyndina av Gøtu-Tróndi. Sera áhugavert.

Síðani gekk leiðin til báta- og listasavnið í Leirvík. Har var eisini ein, ið greiddi frá, og so gingu vit runt og hugdu. Kl. 11.15 fóru vit til gongu yvir í Bovlinghøllina, og á vegnum steðgaðu vit á á Toftanesi, har húsatoftir frá víkingatíðini eru funnar.

Í Bovlinghøllini bovlaðu genturnar fyrst í ein lítlan tíma, meðan dreingirnir ótu, og so skiftu vit um. Tað var sera stuttligt, og maturin smakkaði sera væl.