Tvær teir síðstu vikurnar hevur Maria Winther Olsen frá Listaleypinum verið í Kollafjarðar skúla og lært næmingar í 7. flokki og lærarar at arbeiða við filmi á teldli.

7. flokkur lærdi at gera film og klippa í føroyskum, rokning og í søgu. Í føroyskum gjørdu teir tvær stuttsøgur og eina søgn til film, í rokning gjørdu teir nakrar undirvísingarfilmar og í søgu arbeiddu teir við ymiskum úr Kollafirði. Næmingarnir halda seg hava lært nógv og vilja fegnir sleppa at brúka tað teir hava lært framyvir eisini.

Lærararnir hava eisini arbeitt við at taka upp, klippa og seta saman, Í dag hevur 8. flokkur gjørt eina roynd í alisfrøði, sum teir hava filmað. Síðan hava teir klipt filmin saman og sett tónleik til. Í filminum greiða teir væl frá royndini, vísa, hvussu teir gera, og greiða við myndum frá, hvat royndin vísir.

Hesar báðar vikurnar hava víst bæði næmingum og lærarum, at filmur er eitt hent amboð at brúka í undirvísingarhøpi.