Nakrar myndir frá heystinum

4. flokkur hevur tikið upp epli í eplaveltuni, sum varð sett niður, meðan tey gingu í 3. flokki. Her vóru tíverri ikki so nógv epli undir.

Ein annan dagin var flokkurin í eini aðrari veltu. Hetta var moldvelta, og her var meira undir. Í hesum garðinum vóru eisini røtur og rabarbur. Til seinast vóru vit í garðinum hjá Onnu Rúnu, og har fingu øll møguleika at fáa eina blómu heim við.