3. flokkur arbeiddi í verkstøðum

Týsdagin 20. febr. arbeiddu næmingarnir í 3. flokki í verkstøðum. Næmingarnir vóru býttir í 4 bólkar. Teir høvdu fýra verkstøð á 30 minuttir, og allir næmingarnir komu runt til øll verkstøðini. Verkstøðini vóru: Handil, borðspæl (kaninspil), krossgátur (roknistykki) og roknisøgur/faldisøgur.

Eitt dømi uppá eina faldisøgu: Tríggir dalmatinarahvølpar hava sjey svartar blettir í part. Tilsamans hava teir 21 blettir, tí 3 hvølpar ferðir 7 blettir eru 21 blettir.

Næmingarnir kliptu dalmatinarahundar út og límaðu teir í "pop-up" bøkur, sum teir gjørdu sjálvir. Teir skrivaðu og teknaðu eisini roknisøguna í bókina.