Alt byrjaði við eini bók...

Í 3. Flokki eru fleiri rithøvundar. Eg havi fingið bøkur í hópatali. Eina av hesum bókunum sendi eg til Píka7 (tað nýggja blaðið til tey yngru børnini).

Á redaktiónini vóru tey so glað fyri bókina, at hon verður prentað inn í næsta Píka7-blaðið – so vit gleða okkum at síggja og lesa tað blaðið – og tey vildu fegin hoyra frá fleiri rithøvundum J

So nú eru vit farin at skriva søgur

Ikki kann sigast annað enn at tey arbeiða hugagóð.