«2018»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28        
M T M H F L S

5. flokkur vitjar Endurnýtsluna á Hjalla

 Í dag var 5. flokkur og vitjaði á Endurnýtsluni á Hjalla. 

Kári Sørensen tók ímóti okkum, og vísti okkum runt. Vit fingu nógv at vita, og vit sóu, hvussu burturkastið verður skilt í ymiskar bingjur. Tað hevur týdning, at vit læra okkum at skilja væl, tí so ber til at fáa pengar fyri innihaldið í bingjunum, sum verða sendar av landinum.

Vit sóu, hvat tey gera við bilar og dekk, og vit fingu nógv at vita um vandamikið burturkast. Vit sóu tann stóra brenniovnin og sluppu at sita við telduna og stýra tí stóra grabbanum, sum førdi ruskið frá ruskdunganum og yvir í brenniovnin.

Vit vóru eisini inni í tinghúsinum, har vit sóu øll tingini, sum kundu keypast fyri ein bíligan penga.

Til seinast ótu vit matpakka. Meðan vit ótu, spurdi Kári okkum spurningar fyri at vita, um vit mintust tað, sum hann hevði fortalt. Vit fingu eisini prógv, sum segði, at vit hava fingið undirvísing í at skilja burturkast. 

Hetta var ein sera góður og læriríkur dagur.