«2018»Í dag«Jul»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Evnisdagar í hádeild

 Í sambandi við umhvørvisdagarnar í Tórshavnar kommunu hava 7. og 8. flokkur vitjað Búnaðardepilin í Kollafirði. 7. flokkur hevur eisini verið á Brennistøðini og á Gróðurstøðini. Dreingirnir í báðum flokkunum hava plantað í blómukassar, sum næmingar í 8. flokki hava smíðað, og genturnar hava gjørt eitt listaverk úr reinum ruski, sum næmingarnir hava tikið við heinanífrá. Næmingarnir hava fingið inspiratión til listarverkið frá einum listarverki hjá Edwardi Fuglø.