Evnisdagar í miðdeildini - 7.til 9. mai

Mánadagin vitjaði 5. flokkur á Setrinum. Tórshavnar kommunua bjóðar á hvørjum ári øllum 5. flokkum á Námsvísindadeildina. Vit sluppu at royna djúpstoktan og stoktan tara 😊

5. flokkur bakaði eisini muffur við rabarbum. Pyntið  á muffunum var gelekúlur, gjørt úr stívilsi úr taranum.

4. og 6. flokkur fingu henda sama dagin vitjan av Katju Remmer, ið greiddi frá um reyðmaðkin.

Týsdagin fór øll miðdeildin á Búnaðarstovuna. Har sóu vit millum annað, føroyska rossið, neyt, kálvar, ein illan tarv, seyð og nógv fitt smálomb. Vit fóru til gongu heimaftur og savnaðu rusk á vegnum heim.

Mikudagin fóru vit at hyggja at kompostkassanum, ið er á skúlanum. Har sóu vit skriðdjór og nógva góða mold. Síðani fóru vit til verka við ruskinum ið vit øll hava savnað inn. Vit hava arbeitt við árstíðunum.

Nakrir dreingir fóru út at seta epli niður.