«2018»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Evnisdagar í skúlanum


Mánadagin 7. mai - mikudagin 9. mai hevur skúlin  evnisdagar, har evnið er umhvørvið. Nøkur av tiltøkunum eru í sambandi við, at Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku. 

Skráin fyri dagarnar:

Mánadagin:
Ládeildin: Vitjar fjósið á Oyrareingjum, AtlanticPane og Sambýlið
Miðdeildin: 5. flokkur fer til Havnar á Fróðskaparsetrið. 
4. og 6. flokkur fáa vitjan av Katju Remmer, sum fer at tosa um reyðmaðkar.
Hádeildin: 7. og 8. flokkur fara á Búnaðarstovuna. 
9. hevur sína egnu tímatalvu.


Týsdagin:
Ládeildin: Setir niður epli og kjarnur av ymiskum slagi. Arbeiða við burturkasti í náttúruni.
Miðdeildin: Vitjar á Búnaðarstovuni frammi í Dal.
Hádeildin: 7. flokkur fer á Endurnýtsluna á Hjalla og á Gróðurstøðina í Hoydølum.
8. smíðar blómukassar í skúlanum.
9. hevur sína egnu tímatalvu.

Mikudagin:
Ládeildin: Vitjar á Búnaðarstovuni frammi í Dal.
Miðdeildin: Setir niður epli í spannir og dekk.
Hádeildin: 7. og 8. flokkur fylla blómur í blómukassar og kryddurtir í kryddkassar.  
9. hevur sína egnu tímatalvu.

Hesar dagarnar gera vit listaverk úr burturkasti. Allir næmingar kunnu koma í skúlan við ymiskum tómum pakkum, dunkum og dósum frá húsarhaldinum.