Í dag hevur fastalávintshald verið í skúlanum. Vit byrjaðu við at kvøða. Síðan fóru vit í høllina, har tunnusláttur og togtogan vóru á skránni.

Vit høvdu 6 tunnur og fingu 6 ymiskar kattakongar, tveir í hvørji deild. Kattakongar gjørdust Bjartur og Hans Erland úr hádeildini, Tóri og Eyð úr miðdeildini og Andrea og Nanna úr lágdeildini.

Nógv vóru grýluklødd. Lærararnir atkvøddu um bestu grýlu úr hvørjari deild. Tað var eitt sindur torført, og tað tað stóð rímiliga javnt millum fleiri, men tá talt varð saman, fingur vit kortini tríggjar vinnarar. Tey, sum vunnu, vóru Sólrun úr hádeildini, Silja úr miðdeildini og Vár úr lágdeildini.

Áðrenn næmingarnir fóru til hús, fingu teir sunnkist og fastalávintsbollar.