«2018»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Flogbørn í 1. - 4. flokki

Í morgin fær skúlin vitjan av Flogbóltssambandi Føroya saman við Peter Morell og konu hansara Anne Fredriksen. Tað snýr seg um tiltakið "Flogbørn".

Í heilt stuttum kunnu vit siga, at Peter Morell hevur ment barnaflogbóltin í Danmark til nú at vera besta tilboðið til børn á skúlastigi. 

Peter og konan Annette, ið bæði eru útbúgvin lærarar, hava skipað fyri skeiðum í skúlum og feløgum kring landið.

Í morgin koma tey at undirvísa okkum. 1. - 2. flokkur kl. 8.00 - 9.20 og 3. - 4. flokkur kl. 09.50 - 11.20.