Helgi Dam Ziska vitjar skúlan

Fríggjadagin 4. mai var stórmeistarin Helgi Dam Ziska og vitjaði skúlan. 

Hann segði eitt sindur um sína talvsøgu og telvaði simultantalv ímóti børnunum aftaná. 

Framløgan var sera áhugaverd og børnini høvdu nógvar spurningar til Helga.

Aftaná framløguna bjóðaði Helgi børnunum av í simultantalvi. Børnini telvaðu væl, men Helgi vann øll talvini.
Síðani telvaðu Kári og Helgi eitt talv. Kári hevði 5 min og Helgi 1 min. Hetta vann Helgi eisini. 

Spennandi var at fylgja við og myndirnar siga nógvar søgur.