«2018»Í dag«Jan»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Innskriving av næmingum til 1. flokk skúlaárið 2018/2019

Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2012 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, kunnu nú skriva barnið/børnini inn. 

Innskrivingin er fyri skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2018/2019.

Freistin at skriva seg inn er fríggjadagin 19. januar 2018. Innskrivingin er bert talgild í ár í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo. Beinleiðis leinki HER. Hetta er eisini galdandi fyri innskriving í Kollafjarðar skúla.

Innskrivingarskjalið
Er okkurt viðvíkjandi innskrivingarskjalinum, ber til at fáa vegleiðing á telefon 211487, 214140 ella 281123.

Um spurningar eru um innskrivingina í skúlan í Kollafirði, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan, telefon 302550/211487.

Skúlin fer í næstum at bjóða innskrivaðu næmingunum og teirra avvarðandi í skúlan til eina kunning í samband við teirra skúlabyrjan.